Nógvur línufiskur á uppboðnum

Nøkur línuskip seldu á Fiskamarknaðinum í dag, og einstøk teirra høvdu rættiliga nógvan tosk. Tilsamans vóru umleið 150 tons av toski á uppboðnum í dag, men prísirnir vóru lágir. Tann størsti toskurin fór fyri 16,12 krónur fyri kilo, toskur III fyri 14,09 krónur og tsokur IV fyri 11,28 krónur í meðal fyri kilo.

Góð 30 tons vóru av hýsu. Tað mesta var hýsa II, sum fekk meðalprísin 11,94 krónur fyri kilo. 14 tons vóru av longu, og longa II fekk í meðal 10,03 krónur. Havtaskan fekk góðan prís. Havtaska II fekk meðalprísin 36,37 krónur í meðal.

Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin 230 tons fyri 3,3 milliónir krónur í dag.