Nógvur hiti í Kristiansand

Ferðalagið hjá Skála fór úr Føroyum við kós móti Kristiansand týsdagin. Ferðin varð gjørd umvegis Stavanger, og eftir tríggjar tímar í bussi var ferðalagið komið upp á pláss.
Fyrstu venjingarnar stóðu á skránni mikudagin. Men higartil hava spælararnir í øllum førum staðfest, at umstøðurnar at búgva eru framúr, har hópurin býr á hotellið við havnarlagið í Kristiansand.
Sjálvur dysturin verður spældur hóskvøldið klokkan 19 lokala tíð, og lítið er at ivast í, at Skála fær sína søk fyri í hesum. Ikki minst tí veðrið í Kristiansand hevur verið framúr seinastu dagarnar. Um dagin eru hitastigini um 30 í tali, og roknað verður við, at talan verður um 25 hitastig, tá dysturin skal spælast.
Hartil kemur eisini, at tey í Start nú hava størri álit á liðnum, enn tey hava havt. Dysturin á Svangaskarði varð seinasti dysturin hjá Tom Nordlie, og við nýggja venjaranum eru úrslitini vorðin munandi betri, enn tey hava verið. Somikið stórur er munurin, at áskoðararnir nú tosa um bronsumerki og europiskan fótbólt heldur enn botnstríð og niðurflyting.
Úr Kristiansand veit ferðaleiðarin hjá Skála, Sveinur Tróndarson, at siga, at hópurin er í góðum standi. Onkrir leikarar ganga enn við snuddum og verða tí ikki við, men tað er ikki nakað sum kemur óvart á. Bjarni Jørgensen, Poul N. Poulsen og Borgar Kristiansen høvdu allir snuddir, áðrenn farið varð heimanífrá, men annars tykjast allir menn at vera tøkir. Tað vil siga, at Bárður Danielsen, sum ikki var tøkur seinast, er tøkur til henda dystin.