Nógvur hiti í Bangkok í Thailandi

Klokkan fáar minuttir yvir seks thailendska tíð leygarmorgunin, lendi flogfarið hjá Thai Airways í Bangkok við føroyska A-landsliðnum.

 

Eftir at hava verið á flogi úr Keypmannahavn til Bangkok í góðar tíggju tímar, lendi flogfarið við føroysku landsliðsleikarunum í Bangkok tíðliga leygarmorgunin (fríggjakvøld kl. 23 føroyska tíð), skrivar fsf.fo

 

Av Suvarnabhumi-flogvøllinum í thailendska høvuðsstaðnum varð koyrt beinleiðis á Grand Mercure Fortune Hotel, har føroyska liðið skal halda til næstu dagarnar.

 

Aftaná ein langan og drúgvan flogtúr, og morgunmat á hotellinum, fingu leikararnir frí, og klokkan hálvgum fimm seinnapartin hevur Lars Olsen boðað frá fyrstu venjingini á venjingarleguna í Thailandi.

 

Hitin í Bangkok er nógvur, og tað verður uttan iva ein av stóru avbjóðingunum hjá føroysku leikarunum. Tá flogfarið lendið klokkan seks lokala tíð í morgun, vóru um 28 hitastig, og seinni í dag verður væntandi omanfyri 36 hitastig í Bangkok, skrivar heimasíðan hjá Fótboltssambandinum.