Nógvur fiskur upp á land í Sandoynni

Seinastu tíðina hevur nógv fiskaarbeiði verið á virkjunum hjá Sandoy Seafood í Skopun og á Sandi

Fiskivinna

Trolararnir fáa framvegis nógvan upsa, meðan minni kemur burtur úr hjá teimum, sum reka útróður.
Seinastu dagarnar er nógvur fiskur komin upp á land í Sandoynni.
Seinasta fríggjadag landaðu partrolararnir, Nornagestur og Kolumbus, góð 200.000 pund á Sandi, og longu í dag koma skipini inn aftur at landa.
Tá ið vit frættu av Sandoy Seafood í gjár, var ikki greitt, hvussu nógv teir hava inni hendan túrin.
Í gjár landaði Eysturbúgvin á Sandi. Teir høvdu eini 220.000 pund, so skipið var næstan fult undir lúkurnar.
Meginparturin av veiðini hjá trolarunum er upsi.
Aftrat skipunum, sum hava lagt veiðina upp á Sandi seinastu vikuna, hevur Sandoy Seafood eisini keypt væl av upsa frá eitt nú P/F Beta í Saltangará.
Á virkjunum hjá Sandoy Seafood arbeiða tilsamans stívliga 100 fólk. Eini 60 í Skopun og eini 40 á Sandi við landarunum.
Tann nógvi upsin verður skorin til flak í Skopun, men nakað verður eisini saltað á Sandi.

Lítil útróður

Á Sandi siga tey, at lítil útróður hevur verið higartil í heyst. Tað hevur viðrað illa, og lítil fiskur hevur verið at fingið.
Sagt verður, at onkur bátur er við línu, tá ið viðrar, men veiðan fer sjáldan yvir 100 pund á stampin.
Agnið er dýrt, og tí er útróðurin, sum eisini av veðri er lítið støðugur í løtuni, ikki serliga lønandi við tí veiði sum er.
Á Sandi siga tey, at slagið, sum bátarnir fáa, er ein blandingur av hýsu og toski.