Nógvur fiskur sunnan fyri Flesjarnar

Ein bátur fekk 3.500 pund á 24 stampum, og ein annar 3.000 pund á 12 stampum

 

Ja, løgið kann tað vera. Um tað er ringt tekin ? ella gott, er ilt at siga.

Men satt er tað, at útróðrarbátar herfyri fingu nógvan fisk á eini so høgligari leið, sum millum Flesjarnar, Hvítanes, Hólman og Eystnes.

Góðar setur

Tað ljóðar, sum ein dreymur, men hann er sannur.

Í eina tíð hava útróðrarbátar fingið nógvan fisk sunnanfyri Flesjarnar,

suður ímóti Hólmanum og nakað suður í dýpið, sum er millum Stong og Eystnes.

Tann eini toftabáturin hevði ikki færri enn 3.500 pund á 24 stampum; ein annar hevði herfyri 3.000 pund á bara 12 stampum!

Fleiri aðrar góðar setur eru eisini gjørdar á hesi leið í seinastuni.

Hetta er ikki vanligt, og hvat hetta merkir, skulu gudarnir vita.

Ringt tekin

Onkur vil ivaleyst siga, at hetta er vánaligt tekin, at fiskurin er svangur og fær einki at eta úti á. Hvussu er ov ikki, er ikki gott at vita, men teir, sum hava roynt á hesi høgligu leið, siga, at fiskurin er væl fyri. Hann er ikki rak, men slagið er ikki nakað serligt í mun til tað, sum fæst úti á.

Menn plaga at siga, at tað er ikki gott tekin, tá ið fiskurin soleiðis søkir inn undir land. Hetta sást eisini undan fiskaloysinum fyrst í nítiárunum, siga teir.

Munurin hesaferð er tó tann, at fiskurin, sum nevnt, er í góðum standi, meðan hann í sínari tíð var rak.

Ikki so óvanligt

Tað er nú heldur ikki so óvanligt, at fiskur er at fáa sunnanfyri Flesjarnar. Har ber saktans til at fáa nakrar hýsur og nakrar hampiligar toskar. Soleiðis hevur tað altíð verið. Men nøgdirnar seinastu tíðina á fleiri setum hava verið størri, enn undirritaði hevur hoyrt um áður.

Lat okkum so bara vóna, at nógvur fiskur hevur verið á hesi høgligu leið, tí so nógvur fiskur er til.