Nógvur fiskur í Saltangará

Fleiri skip hava landað til Fiskavirking í Saltangará hesa vikuna

Fiskivinna

Í vikuni hava fleiri trolarar landað til Fiskavirking í Saltangará.
Mánadagin vóru Safir og Smaragd inni. Teir vóru ? sum Jason Johannesen tekur til ? sprenfullir. Skipini høvdu 250.000 pund av upsa og nakað av øðrum fiski.
Vesturvarði , sum landaði í Saltangará seinnapartin mikudagin og hósmorgunin,
hevði góð 200.000 pund.
Aftrat hesum landaði Jaspis í Saltangará hósdagin, meðan Ametyst landaði á Toftum. Skipini høvdu góð 100.000 pund í part.
Úr Sørvági hevur Fiskavirking í Saltangará keypt 140.000 pund frá Dragasundi og Akranesi, sum eru gomlu Topas og Sardis. Teir seldu um uppboðssøluna í Sørvági, og upsin varð fluttur í bili út á Skálafjørðin.
Jason Johannesen, virkisleiðari, sigur, at hetta hevur verið ein vika við nógvum fiski, og øll, sum starvast á virkinum, hava havt úr at gera.