Nógvur fiskur og lágir fiskaprísir

- Tað kann ikki vera rætt, at eg skal brúka ein stóran part av míni arbeiðsorku til at útvega kassar og kør, sigur Kristian Fríðrik Olsen, leiðari á Fiskamarknaði Føroya í Klaksvík

Fiskivinna 

Nógvi fiskurin, sum skip og bátar hava fingið seinastu tíðina, hevur trýst fiskaprísirnar niður, og serliga er tað hýsan, sum hevur havt stórt prísfall.
  Lági prísirnir seinastu tíðina hava ført til, at skip og bátar hava verið í Skotlandi og landað og sum skilst, hava summi skip havt góðar sølur.
  Av skipunum, sum hava selt í Skotlandi seinastu dagarnar, kunnu nevnast línuskipini, Jákup B, sum hevði umleið 150.000 pund, Kvikk, sum hevði 150-160.000 pund og trolbáturin, Varðin, sum hevði góðar 400 kassar.
  Jákup B fekk í miðal einar 13 kr. fyri kg. í Skotlandi, og tað er munandi meira, enn teir høvdu fingið fyri lastina í Føroyum.

Nógvar landingar

Á Fiskamarknaði Føroya í Klaksvík sigur Kristian Fríðrik Olsen, at rættiliga nógvur fiskur hevur verið á marknaðinum í seinastuni - og ikki minst nú uppundir jólahalguna.
  - Seinastu dagarnar hava vit landað Pison, sum hevði 160.000 pund, Polarstjørnuna, sum hevði 130.000, Núp, sum hevði 130.000 og Klakk, sum hevði stívliga 170.000 pund.
  Hann sigur, at Fiskamarknaðurin eisini hevur landað línubátin, Fiskivarða, sum hevði 40.000 pund og trobátarnar, Sæborg og Fríðborg, sum høvdi eini 30.000 pund í part.
  - Aftrat hesum, hava ein hópur av útróðrarbátum selt um Fiskamarknaðin. Bæði her og á Toftum hava vit selt eini 100-150 tons av útróðrarfiski um dagin teir dagarnar, tað hevur viðrað.
  Kristian Fríðrik sigur, at allur flotin hevur fingið nógvan fisk, og fiskurin er yvirhøvur smáttfallandi.

Kassar og kør

- Í alt ár hava vit havt ein stóran trupulleika við kassum og kørum, og tá ið fiskurin er smáur, er ógjørligt at skilja allan fiskin so væl, sum ynskiligt er.
  Hann vísir á, at hetta í seinasta enda kann ganga útyvir fiskaprísirnar.
  - Tað kann ikki vera rætt, at eg skal brúka ein stóran part av míni arbeiðsorku til at útvega kassar og kør, sigur Kristian Fríðrik Olsen.
  Hann vísir á, at var hetta bert ein trupulleiki, tá ið trýstið er størst, hevði trotið á kassum og kørum kanska verið at livað við, men í ár hevur hetta verið ein stórur trupulleiki.
  Hann fýlist á, at hesi viðurskifti ikki koma uppá pláss, sum tíðir líður.         

Lægri fiskaprísur

Leiðarin á Fiskamarknaði Føroya í Klaksvík sigur, at prísfallið fyrst og fremst stendst av, at so nógvur fiskur er á marknaðinum, og at virkini ikki megna at arbeiða fiskin undan.
  - Tað er serliga hýsan, sum er fallin í prísi, men toskaprísurin hevur eisini verið lækkandi í seinastuni.
  Hann vísir á, at tað er ikki óvanligt, at fiskaprísirnir fella undan jólum, tí hetta er ein tíð, har so nógvur fiskur kemur uppá land í senn.
  - Og tá ið fiskiskapurin hjá bæði skipum og bátum er so góður, sum hann hevur verið í seinastuni, kann væntast, at prísfallið verður uppaftur størri, sigur Kristian Fríðrik Olsen.