Nógvur alifiskur slapp í fjør

Tøl hjá norsku myndugleikunum vísa, at meiri alifiskur slapp úr ringunum í fjør enn árið fyri. Fiskivinnustýrið sigur, at 170.000 laksar, 130.000 síl og 135.000 toskar fóru úr alistøðunum í fjør.

Til samanberingar nevnir stýrið, at í 2008 sluppu 100.000 laksar úr ringunum.

Stýrið sigur eisini, at útlitini fyri árið í ár eru ikki tey bestu, tí í síðsta mánaði sluppu 23.000 laksar úr ringunum.

Stjórin í alarafelagnum, Aina Valland, sigur við NTB, at alararnir hava sett sær fyri, at eingin fiskur skal sleppa, og at tað er framvegis málið.