Nógvir veikir jarðskjálvtar í Íslandi

Ein røð av jarðskjálvtum vóru í Íslandi í gjár og í nátt, og skjálvtarnir vóru spjaddir um eitt stórt øki. Teir vóru kortini so veikir, at eingin var oman fyri 3,0 á Richterstiganum.

Jarðfrøðistovnurin sigur, at nakrir jarðskjálvtar vóru á Suðurlandinum, nakrir vóru undir Mýrdalsjøkli, og nakrir vóru har norðuri undir Vatnajøkli. Skjálvtar vóru eisini undir botni á Öxarfirði á Norðurlandinum.

Í nátt varð ein jarðskjálvti skrásettur har vesturi á Langjøkli, og sum skilst er tað heldur sjáldsamt.