Sunnudagin fingu tey umleið 600, sum luttóku í annaðhvørt hálvum marathon, Tórshavn Marathon ella Gakk og Renn-tiltakinum, eina góða uppliving í stórari rennikapping í Havnar gøtum, sum vórðu sperraðar at kalla allan dagin fyri bilførarum vegna hetta tiltakið.
Veðrið var á einari góðari leið. Tað regnaði ikki meðan rennikappingin var, go hóast tað var nógvur vindur, so forðaði hetta ikki metnógvum útlendskum rennarum í at nýta høvi at njóta vøkru føroysku náttúruna.
Metnógvir útlendingar
Luttakaratalið hesaferð lá um teir 600 luttakararnar. Júst omanfyri 200 í hálvum og heilum marathon, meðan 400 vóru við í Gakk og Renn-tiltakinum.
- Eftir umstøðunum hevur tað gingið fínt. Tað hevur sjálvandi verið ein buldrasligur túrur hjá nógvum av rennarunum, men tey eru stórt sæð øll komin á mál. Gakk og Renn-tiltakið gekk eisini fínt. Har vóru nógv ung og so nøkur tilkomin eisini. Tað var ein rúgva av undirhaldi til børnini, sigur Fríðrikur Bláhamar, formaður í Bragdinum.
Hóast samlaða luttakaratalið stundum hevur verið væl hægri, so fegnast fyriskipararnir um, at tað hesaferð vóru tær ferðir so nógvir útlendskir rennarar við enn undanfarin ár. Nógvir av luttakarunum eru eitt nú freelance journalistar, sum skriva um náttúruupplivilsið í Føroyum. Fríðrikur Bláhamar hitti fronskum rennarum.
- Teir hildu tað vera fantastiskt at renna. Serliga við Sundsverkið, har áirnar buldraðu. Tú kanst ætla hvussu fantastiskar umstøður tað er hjá teimum. Tað er tí at vit kalla tað heimsins vakrasta Tórshavn Marathon, sigur Fríðrikur Bláhamar.
Eirikur vann
Marathon-kappingin hjá monnum skuldi í ár vísa seg at gerast sera spennandi. Vinnarin frá í fjør, Hallur Holm, hevði Eirik Hansen við sær sum fylgissvein, og fylgdust teir at kalla allan vegin til málstrikuna. Her var Eirikur Hansen meiri lúrin enn Hallur Holm, og vann hann við bara trimum sekundum.
Marathon, menn:
Eirikur Hansen 2.56.48
Hallur Holm 2.56.51
Borgar Biskopstø 3.03.35
Marathon, kvinnur:
Tórvør Østerø Vang 3.53.59
Ann Thomsen 3.55.22
Hanna Elisabeth Røsvik 4.05.23