Hóskvøldið verður kapping í snartalvi, og tá kappast børnini frá kl. 17.30 og tey vaksnu frá kl. 20.30. Kappingin verður í Skákinum, sum er felagshøli hjá Klaksvíkar Talvfelag við Akursmørk.
Fríggjadagin verður aftur talvkapping kl. 19.00, og tá verður kappast á talvborðinum í Vágstúni ella í Skákinum, um tað ikki viðrar at telva úti.
Norðoyastevnuaftan kl. 19.00 fara bestu liðini hjá Klaksvíkar Talvfelag og Havnar Telvingarfelag at dystast í Skákinum.