KÍ er á veg út til Runavíkar, har Abraham Løkin og hansara menn bíða. Eftir tepra 2-1 tapið í Sarpugerði segði NSÍ venjarin seg vera hampuliga væl nøgdan við avrikið ímóti Víkingi, sum hevur verið roknaður millum bestu boðini at vinna heiðursmerkir. Í gjár legði Víkingur rygg til 4-0 tap í Gundadali ímóti B36. Tað ber ivaleyst við sær størri ivamál við Løkin um, hvussu støðan hjá teimum nú er.
Allir spælararnir eru tøkir hjá NSÍ. Eisini Jens Joensen, sum fyri viku síðani sat uttanfyri, tí hann var skaddur í økslini. Tað kann væl hugsast, at onkrar broytingar verða gjørdar á NSÍ liðnum.
KÍ vann í fyrsta umfari trivaligan sigur á heimavølli ímóti TB, og allir menn eru tøkir, nú teir rigga til at fara um Leirvíksfjørð.
-Lagið er gott, og allir spælararnir eru tøkir. Vit eru greiðir yvir, at tað skal arbeiðast fyri søkini í Runavík, og at teir í NSÍ sera fegnir vilja koma upp eftir stigatalvuni, sigur KÍ liðformaðurin Hjalgrím Elttør.
Uppgerðirnar millum hesi bæði feløgini plaga at vera tættar. Merkisvert er tað, at KÍ í fjør vann allar tríggjar dystirnar. Tvær ferðir í Klaksvík við einum máli og eina ferð í Runavík við tveimum málum.
Veðurforsagnirnar hava havt við sær, at spurningur hevur verið settur við, um tað fer at bera til at spæla við Løkin ídag. Út á fyrrapartin hevur tað verið hvítt í ælingunum. Vøllurin er framvegis grønur, og tað verður ikki roknað við, at tað fara at vera trupulleikar at spæla við Løkin, har vindurin ikki er so nógvur, at tað bilar.
NSÍ-KÍ: Páll Augustinussen. Í dag klokkan 15.00.










