Nógvir íslendingar vilja sleppa til Noregs at arbeiða

Fyri 1200 árum síðani fór Ingólfur Arnarson úr Noregi til Íslands. Nú kann fíggjarkreppan har fáa hansara eftirkomarar at fara heimaftur

Fíggjarkreppan

Árni Joensen:

arni@sosialurin.fo

Norðmenn vænta, at nógvir íslendingar fara at flyta til Noregs undan fíggjarkreppuni, og tankin er ikki tikin úr leysum lofti. Herfyri skrivaði Morgunblaðið, at meiri enn helmingurin av teimum 18 til 24 ára gomlu í Íslandi umhugsa at flyta av landinum, og danski búskaparfrøðingurin Jesper Christensen hevur sagt við Bloomberg News, at fleiri tíggjutúsund íslendingar fara at flyta av landinum.

Íslendska arbeiðsávisingin væntar, at arbeiðsloysið fer upp um sjey prosent í 2009. Tað er nógv, tá hugsað verður um, at í løtuni er arbeiðsloysið 1,9 prosent, sum eisini er tað mesta tey seinastu trý árini.

Fyri 14 døgum síðani skipaðu Danmark, Noreg, Týskland og Pólland fyri einari arbeiðsmessu í Íslandi, og har kom týðiliga fram, at nógvir íslendingar vilja sleppa av landinum at arbeiða.

-Eg eri næstan rend um koll av fólki, sum vilja sleppa til Noregs at arbeiða, sigur Ragnhild Synstad, sum umboðaði eina fyritøku á messuni, við Aftenposten.

Millum tey norsku feløgini, sum fegin vilja hava egnaðar íslendingar at arbeiða hjá sær, eru granskingarstovnurin Teknova og oljurænastufyritøkan Aibel, og alt bendir á, at tað fer ikki at standa á at fáa fólk.

 

Nógvar vanlagnur

-Áhugin var sera stórur, og eg hoyrdi nógvar syndarligar søgur um fólk, sum høvdu mist alt, og sum vóru noydd at byrja av nýggjum, sigur Ragnhild Synstad við Aftenposten.

Blaðið hevur tosað við ein mann, sum er til reiðar at fara frá sínum seks ára gamla soni fyri at vinna sær til lívsins uppihald í øðrum landi. Sjálvur hevur hann júst mist arbeiðið sum bókhaldari, og hann hevur onga vón um nakað arbeiði í Íslandi í bræði. Noreg er tað landið, sum liggur fremst í huganum, og tað er ikki av tilvild, heldur Aftenposten.

-Eitt er, at Noreg er millum tey londini í Evropa, sum hava serliga lítið arbeiðsloysið, og so hava vit og íslendingar jú felags søgu, skrivar blaðið og vísir á, at tað vóru norðmenn, ið sum teir fyrstu settu búgv í Íslandi í 874.