Av løgreglustøðini í Havn verður sagt, at tað oftast er kommunan, ið vísir á hendan trupulleikan, og at løgreglan síðan burtur úr stellnummarið finnur rætta eigaran.
Tað hevur higartil gingið væl við at finna eigararnar, men ofta gongur trekari við at fáa eigaran at flyta bilin. Ofta skal sigast frá einar 3-4 ferðir, áðrenn nakað hendir. Hetta verður tó skjótt broytt, í næstum ferð Tórshavnar kommuna at seta eitt stykki av Inni á Hjalla til at seta bilar á. Løgreglan fer síðan at flyta óskrásettar bilar inn á hetta økið. Rokning verður síðan send til eigaran fyri flytingina, og verður bilurin ikki heintaður innan eitt ávíst tíðarskeið, kann endin verða, at hann verður seldur á auktión, eins og vit kenna við súkklum og øðrum.










