Korona hevur havt stórar avleiðingar fyri sjúklingar við øðrum sjúkum enn koronu. Tað váttar Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu tað gongur at fáa viðgerðirnar á sjúkrahúsunum í tað røttu leguna aftur, nú vit hava stríðst við koronu eitt gott hálvt ár.
Landsstýrismaðurin sigur, at tað er eitt sindur ójavnt, hvussu tað gongur at stytta bíðilistarnar, sum stóðust av koronu. Á fleiri økjum gongur væl, men á skurðøkinum, og tá serliga í ortopediini, og í fysioterappini og ergoterapiini, eru trupulleikar á øllum trimum sjúkrahúsunum.
Haraftrat eru bíðilistarnir í pørtum av psykiatriini framvegis longri, enn teir vóru tá í korona tók seg upp í Føroyum.
Hann sigur, at teir fyrstu níggju mánaðirnar í ár, er tað ambulanta virksemið 3-4 prosent minni enn tað var í sama tíðarskeiði í fjør. Tað merkir, at talið á kanningum og viðgerðum er gott og væl 3.000 lægri enn um somu tíð í fjør.
Seinnu árini hevur vøksturin annars verið 7-8 prosent um árið, so tað sigur eitt sindur um, hvussu stórt minkingin er.
Annars er skurðøkið eitt av økinum, sum er harðast rakt og higartil í ár hava skurðviðgerðirnar verið eini 15-20 proent færri enn tær vóru í sama tíðarskeiði í fjør. Í hesum sambandi er læknatrot ein orsøk til at virksemið í ortopediini er minkað so nógv, so korona er steinur oman á byrðu, sigur landsstýrismaðurin.
Minkingin er størst á Landssjúkrahúsinum og minni í Klaksvík og í Suðuroy.
Seinnu árini hevur vøksturin annars verið ógvuliga stórur á økinum og hesi seinastu fimm árini hevur vøksturin hevur eini 15 prosent um árið í miðal. Ein av orsøkunum til, at minkingin ikki er størri í ár, er, at í ár er talið á telefonviðtalum út við 80 prosentum størri enn í fjør.
Seingjardeildirnar á Landssjúkrahúsinum hava yvirhøvur havt javnt virksemið alt árið, eisini tá koronasmittan herjaði í vár, og korona deildin, sum nú er skipað uttan fyri sjálvt sjúkrahúsið, hevur eisini gjørt, at tað ber til at hava nógv virksemi.
Hinvegin hava færri sjúklingar verið innlagdir á Klaksvíkar sjúkrahúsi og á Suðuroyar sjúkrahúsi. Og øll trý sjúkrahúsini hava havt stóra minking í fysio- og ergoterapiini, tí á hesum økjunum er virksemið minkað minst 20 prosent higartil í ár.
Á psykiatriska økinum er lítil og eingin minkingin í ambulantum kanningum og viðgerðum - men tann vanliga gongdin er, at virksemið plagar at veksa sjey prosent um árið.
Í psykiatriini er talið á telefonviðtalum vaksið 32 prosent og talið á heimavitjanum í økispsykiatriini er minkað 23 prosent.