Nógvir sexpartnarir bjarga mannaættini

Kvinnur við nógvum sexpartnarum eiga ikki at verða revsaðar ? tær bjarga nevniliga allari mannaættini.

Kvinnur, ið fara í song við nógvum monnum, verða ofta revsaðar av samfelagnum. Tað áttu tær tó ikki ? tær bjarga nevnliga menniskjuni, skrivar telegraph.co.uk

 

Sambært granskarum frá Exeter og Liverpool University, minkar kjansurin hjá kvinnum bara at føða gentur, um kvinnan fer í song við nógvum. Nógvar kvinnur hava eitt kromosom í sær, ið ger, at y-kromosomið hjá monnum verður dripið, áðrenn eggið verður gitið. Nýggja ættarliðið av kvinnum arvar hetta kromosomið, og vandin fyri, at bert gentubørn verða fødd ? og mannaættin doyr út ? gerst stórur.

 

Hesin vandin minkar, um kvinnurnar fara við fleiri monnum og ikki bara einum gjøgnum alt lívið.

Granskararnir kannaðu hetta ástøði við bananflugum. Teir góvu summum av teimum møguleika at para seg við fleiri ymiskum partnarum, meðan hini livdu monogamt.

Í fimtanda ættarliðnum av flugum vísti tað seg, at fimm út av tólv kallflugum við monogamum kvennflugum vóru útdeyðar. Hinvegin var alt fimtanda ættarliðið við kvennflugum, ið nørdist við nógvum ymiskum óskert.