Í februar mánað hava norskir línubátar nýtt 244 fiskidagar undir Føroyum og tað merkir at í hvussu er átta línu línubátar hava verið í føroyskum sjógvi allan mánaðin. Og júst februar er hásesongur hjá norsku línubátunum, sum royna sunnarfyri Føroyar í Bankarennuni og vestur úr Føroyum í kantinum.
Teir hava veitt 945 tons, herav helvtin longa ella 446,7 tons. 258 tons av brosmu, 100 tons av toski og 97 tons av hýsu.