Annar av venjarunum hjá H71, Birgir Hansen, helt eftir dystin, at nervarnir høvdu verið nógvir hjá hansara monnum.
- Vit vistu, at hetta var ein dystur, sum vit ikki høvdu ráð at tapa, og tað merktir eisini dystin til tíðir, tí har vóru nógvir nervar. Men tað gjørdist ein tættur og øgiliga spennandi dystur, og kanska var talan í so máta um ein virðiligan toppdyst.
Men hvat gjørdi so, at tit akkurát høvdu tað, sum skuldi til hesaferð?
- Ein faktorur var í øllum førum breiddin hjá okkum. Vit kundu skifta meira út gjøgnum dystin, og tí høvdu vit helst meira orku seinasta partin av dystinum.
Við seks stigum eru tit nú bara tvey stig frá VÍF og oddasessinum. Tað er væl eisini eitt pláss millum tey bæði fremstu, sum tit fara eftir?
- Tað er tað heilt víst. Vit hava sum mál, at vit skulu í aðra finaluna, og helst skulu vit røkka báðum, sigur Birgir Hansen.