Í Suðurafrika hava veiðitjóvar skotið 281 nashyrningar tað, sum farið er hesum árinum. Sagt verður, at 164 av nashyrningunum eru skotnir inni í einum friðaðum øki.
Hildið verður, at umleið 20.000 nashyrningar eru í Suðurafrika, og tað er umleið 80 prosent av øllum nashyrningunum í heiminum. Stovnurin hevur verið fyri stórum ágangi tey seinastu árini frá eirindaleysum veiðitjóvum. Tað eru hornini, sum hava áhuga. Tey verða malin og seld sum heilsukostur, men yvirhøvur er tað vanlig hugsan, at evnið hevur ongan lekjandi eginleika.
Myndugleikarnir í Suðurafrika siga, at í fjør skutu veiðitjóvar 448 nashyrningar og 333 í 2010. Harafturímóti vórðu bara 13 skotnir í 2007, men tað var prísurin á hornunum nógv minni enn nú, skrivar Reuters.









