Nógvir møguligir yvirgangsmenn í Týsklandi

Týski innanríkisráðharrin, Hans-Peter Friedrich, sigur við blaðið Bild, at tað er ikki óhugsandi, at tað eru umleið 1.000 sera víðgondir islamistar í Týsklandi, og at 128 teirra kunnu finna upp á at fremja yvirgang.

Innanríkisráðharrin sigur, at av teimum 128, ið mugu metast sum møguligir yvirgangsmenn, hava umleið 20 verið á venjingarlegu hjá yvirgangsfelagsskapum. Hann sigur, at myndugleikarnir halda eygað við teimum.

Hans-Peter Friedrich sigur við Bild, at eftir hansara tykki er lítil vandi fyri, at yvrigangsmenn fara at skipa fyri so stórum atsóknum sum teirri í New York fyri knappliga 10 árum síðani.