Nógvir møguleikar og bara eitt mál

Todi Jónsson var ikki í hópinum, tá FCK misnýtti nógvar møguleikar, áðrenn innskifti Pascal Simpson tveir minuttir undan dystarenda javnaði til 1?1

Mikukvøldið var FCK í Helsingør og spældi venjingardyst ímóti eingilska 1. deildarfelagnum Sheffield Wednesday. Úrslitið var 1?1, og FCK megnaði ikki at javna fyrrenn tað bara restaði ein lítil løta.
Fyrra partin av fyrra umfarinum skinklaði verjan hjá FCK, sum hevði ilt við at temja stóru álopsspælararnar hjá eingilska liðnum. Sheffield Wednesday kom á odda, tá 20 minuttir vóru farnir. Rune Pedersen hálvbjargaði í fyrstu atløgu, men eingilskt menninir vóru fyrstir á returbóltinum.
Í 2. hálvleiki hevði FCK stóra leikliga yvirvág, og teir høvdu nógvar málmøguleikar. Mótstøðuverjan bjargaði eina ferð á málstrikuni, FCK stútaði eina ferð á stólpan, og fleiri ferðir sendu teir úr góðum støðum og upp um málið.
Tá eitt korter restaði, kom Pascal Simpson á vøllin. Og tá tað restaðu tveir minuttir, javnaði hann til 1?1, eftir at Zuma hevði spælt hann leysan.
Todi Jónsson var ikki við í 17 manna hópinum hjá FCK. Hann hevði smávegis trupulleikar í øklunum, og tí valdi venjarin, Hans Backe, at lata Toda hvíla seg. Peter Møller sat eisini uttanfyri við skaða.
Í útgangsstøðuni var Morten Bisgaard við síðuna av Zuma í álopinum. Tá Pascal Simpson varð skiftur inn, fór hann í álopssessin, meðan Morten Bisgaard varð fluttur aftur á miðvøllin.
FCK spælir síðsta venjingardystin undan kappingarbyrjan seinnapartin leygardagin. Hann verður í Parkini ímóti Club Brügge úr Belgia. Fyrsti landskappingardysturin verður annan sunnudag í Parkini ímóti Viborg.