Ikki færri enn 55 ríkis- og stjórnarleiðarar úr Evropa, Afrika, Asia og Latínamerika fara at fylgja venesuelska forsetanum Hugo Chavez seinnapartin.
Chavez var ein umstríddur ríkisleiðari, og hann hevði gott samband við fleiri aðrar umstríddar leiðarar. Tað fer eisini at eyðkenna fylgið í Caracas í dag, tí har verða menn sum Alexander Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi, og Mahmoud Ahmadinejad, forseti í Iran.
Kubanski forsetin, Raul Castro, kom til Venesuela í gjár, og í dag koma eitt nú Dilma Rousseff, forseti í Brasil, undanmaður hennara, Luiz Inacio Lula da Silva, Rafael Correa, forseti í Ekvador, og boliviski forsetin, Evo Morales.
Fleiri ES-lond hava sent týðandi embætismenn til Caracas, og USA fer at senda embætisfólk og minst eitt umboð fyri Kongressina. Úr Spania fer Felipe prinsur at fylgja, og Russland sendi uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov.
Hugo Chavez hevði krabbamein, men doyði av einum hjartatilburði týskvøldið. Hann var 58 ára gamal. Hann verður gravsettur klokkan 15.30 okkara tíð.