Listaframsýning á Ljósfest 2025

Listaframsýningin á Ljósfest letur upp klokkan 13.00

Her fært tú møguleikan at síggja eina fjølbroytta framsýning við listaverkum eftir fleiri dugnalig listafólk.

 

Eitt nú eru litføgru og frísku landslagsmálningarnir hjá Absalon Absalonsen væl umboðaðir á framsýningini. Hansara verk eru kend fyri at fanga føroyska náttúru og bygdarløg við livandi litum.

 

Harafturat síggjast verk hjá:

 

  • Eiriksdóttir Art, við Annu Sólvu Eiriksdóttir
  • Ullu Bærendsen,
  • Svend Erik Stenberg,
  • Mikalu Vilhelm,
  • og Djonu Suðuroy.

 

Framsýningin er at finna í ovaru hædd í Suðuroyar Sparikassa. Inngongdin er millum Sparikassan og Vágs Litbúð.

 

Opið til kl. 17.00, og har er ókeypis atgongd, siga fyrireikararnir.

 

 

 

Les eisini:

 

Nógvur tónleikur á Ljósfest

 

in.fo - fyrst og fremst