Enska Premier League er tann fótbóltskappingin, sum hevur flest landsliðsspælarar. Imscouting hevur gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu nógvir landsliðsspælarar spæla í teimum stóru europeisku kappingunum, og Premier League liggur klárt á odda. Heili 203 landsliðsspælarar eru í fremstu ensku fótbóltskappingini, og tað eru 70 fleiri enn í týsku Bundesliguni, sum er næstfremst. Á triðja plássi er italska Seria A, og síðani koma italska og franska landskappingin.