Lærarar og námsfrøðingar á skúlum í Danmark verða bæði slignir, sparkaðir og bitnir, vísir nýggj kanning, sum Politiken Research hevur gjørt.
Meira enn helvtin av teimum spurdu skúlaleiðarunum í kanningini siga, at næmingar hava verið harðligir móti starvsfólkum á skúlunum eina ella fleiri ferðir hesi seinastu fimm árini. Harafturat siga næstan 49 prosent av teimum, sum hava svarað spurnarblaðnum, at næmingar hava hótt lærarar og námsfrøðingar við harðskapi, skrivar Politiken.
Formaðurin í danska lærarafelagnum stúrir fyri gongdini.
- Hetta er tíverri ein mynd, ið vit kenna aftur, sigur formaðurin í danska lærarafelagnum, Anders Bondo Christensen. Hann sigur, at felagið hevur limir, ið eru blivnir langtíðarsjúkrameldaðir eftir at hava verið fyri harðskapi, og at nakrir verða ongantíð lærarar aftur.
Eisini danski kenslumálaráðharrin heldur tað vera sera álvarsamt, at so nógvir lærarar eru fyri harðskapi á arbeiðsplássinum.
-Tað líkist ongum, at lærarar skulu fara bangnir til arbeiðis, sigur kenslumálaráðharrin Merete Riisager, ið hevur sett ein arbeiðsbólk at gera uppskot um, hvussu harðskapur móti lærarum kann verða steðgaður.
Serfrøðingar halda, at ein orsøk til harðskapin móti lærarum kann vera, at nógv børn eru flutt úr serflokkum í tann vanliga fólkaskúlan.
- Avbjóðingin kann hava samband við næmingar, sum áður hava gingið í serflokkum, og sum reagera úteftir, sigur Andreas Rasch-Christensen, granskingar- og menningarleiðari á VIA University College við Politiken. Hann leggur afturat, at børn sum heild eru ikki blivin harðligari.
Eisini formaðurin hjá donsku skúlaleiðarunum, Claus Hjortdal, vísir á, at teir nógvu næmingarnir, ið eru fluttir úr serflokkum í vanliga fólkaskúlan, kunnu vera ein orsøk til, at so nógv starvsfólk á skúlunum eru fyri harðskapi.