Nógvir halta í Gøtu

Hóast hópurin ikki er serliga stórur og fleiri hava verið skaðaplágaðir nógvu tær seinastu ferðirnar, so hevur tað gingið fínt hjá GÍ, sum seinnapartin fer at vitja B36 í Gundadali.

GÍ hevur ikki tapt seks tær seinastu ferðirnar, og tað ber við sær, at gøtumenn eru tætt uppi undir fjórða plássinum.

Liðformaðurin Sámal Joensen, sum ivaleyst er týdningarmiklasti GÍ spælarin, er framvegis skaddur. Tað er Hans Jørgen Djurhuus eisini. Hans Pauli Petersen er leikbannaður, og tað er ivasamt, um Sverri Jacobsen og Tomasz Sajdak verða førir fyri at spæla.

Í B36 er lagið gott, eftir at Kurt Mørkøre og hansara menn mikukvøldið vóru sannførandi ímóti grannunum fyri norðan. Allir B36 spælararnir verða sagdir at vera tøkir í dag.