Nógvir húsagangir í Norðurnoregi

Noreg

Talið av húsagangum í Troms og Nordland í Norðurnoregi er økt við meira enn 45% higartil í ár. Við endan av juni mánaða høvdu ikki fyrri enn 257 húsagangir verið í hesum báðum norsku økjunum ella fylkjunum, sum norðmenn rópa tað; tað eru 80 fleiri enn somu tíð síðsta ár.
Í Finnmørkini fara harafturímóti færri á húsagang.
- Mín størsti ótti er, at bankarnir ikki tora at taka váðan, tí tá fara vit veruliga at
merkja niðurgangstíðir, sigur stjórin í NHO-Troms, Arne Eidsmo, við blaðið, Nordlys.
Prosentvísa økingin av virkjum, sum fara av knóranum, er størst í Troms. Fyrra
hálvár í ár vóru 115 húsagangir í økinum. Síðsta ár var talið 79. Nordland hevur havt 142 húsagangir higartil í ár móti 98 somu tíð í fjør.
Í Finnmørkini er støðan sum sagt ein onnur. Higartil í ár eru 37 fyritøkur farnar av knóranum ella tríggjar færri enn somu tíð í fjør.
Í Noregi siga tey, at tað er náttúrligt, at støðan í Finnmørkini ikki er,sum í Troms og Nordland, tí nógvir húsagangir hava verið innan KT-vinnuna og tænastuvinnuna, og her eru færri fyritøkur av slíkum slagi.
- Vit hava ikki lagt til merkis, at okkara limir mugu arbeiða so hart, undantikið teir,
sum starvast í fiskivinnuni. Flestu húsagangirnir eru í smávinnuni, har fá fólk eru til arbeiðis, sigur Arne Eidsmo.
Sum skilst, hevur ein partur av norsku fiskivinnuni tað rættiliga strævið, og heldur
norska krónan sær, har hon er í dag, rokna norðmenn við, at hetta fer at ganga útyvir útflutningsvinnuna.