Nógvir gestir í Nólsoy

Í góðveðrinum í dag hava nógv fólk leitað sær út til Nólsoyar í bátum og við Ternuni, sum eisini hevur verið full onkran túrin.

Seinnapartin í dag og í kvøld eru rættiliga nógv fólk í bátum komin út til Nólsoyar at halda ovastevnu, og sum næstu tímarnir ganga, man fara at treingjast inni á víkini, har bátarnir liggja.

Heili 140 bátar vóru við í regattasiglingini av Eiði til Hósvíkar í gjár og fleiri av teimum, sum lógu nátt í Hósvík, eru farnir til Nólsoyar í dag.

Nógv fólk hevur eisini verið við Ternuni um Nólsoyarfjørð, og nakrar túrar seinnapartin og í kvøld hevur skipið verið fult, 294 fólk hvønn túrir.

Karmal Olsen, skipari á Ternuni, sigur, at nú manningin telir seks mans, hevur skipið loyvi at sigla við sløkum 300 ferðafólkum hvønn túrin.

Hann sigur, at frá klokkan 18 í kvøld og fram til klokkan 01, siglir Ternan av Bursatanga hvønn heila tíma.

- Síðan sigla vit aftur klokkan 03 og hvønn heila tíma fram til klokkan 07 í morgin, sigur skiparin, Karmal Olsen.

Leggjast kann aftrat, at Ternan siglir tilsamans fimm túrar sunnudagin, og tí hava tey, sum ikki hava hug at fara av bygdini aftur í kvøld ella í nátt, fleiri møguleikar at sleppa heimaftur í morgin.