Nógvir góðir reiðarar til Smyril

Heðin D. Poulsen
_______________

Tann nýggji Smyril kemur í ár, og er hetta eitt stórt framstig í tí støðugu útbyggingini av samferðslukervinum. Strandfaraskip Landsins, sum hevur rikið Suðuroyafarleiðina, hevur gjørt og ger eitt gott arbeiði fyri at tæna viðskiftafólkunum undir korum, sum ikki altíð hava verið tey bestu. Politisk uppíblanding við mótsigandi krøvum um fleiri túrar, minni útreiðslur, fleiri ferðafólk og bert hækkandi prísir, kann ikki altíð hava verið lætt hjá Strandfaraskipum Landsins at arbeitt undir.
Í eini roynd at betra um tænastuna og minka um politisku uppíblandingina, vísti Jacob Vestergaard á møguleikan at skilja Smyril frá Strandferðsluni og skipa eitt alment partafelag at umsita og reka Suðuroyarfarleiðina. Sum eitt ískoyti til hetta orðaskifti fari eg at koma við einum øðrum uppskoti.
Í Føroyum eru nógvir dugnaligir reiðarar kring landi. Reiðarar við royndum at umsita skiparakstur, manningaviðurskiftir og marknaðarviðurskiftir. Mítt uppskot er, at landið sum eigari av nýggja Smyrli bjóðar raksturin av Smyrli út til tann best egnaða reiðaran at umsita og reka.
Fyri at tryggja eina góða tænastu, gjøgnumskygni og javnbjóðis møguleikar hjá øllum viðkomandi virkjum at bjóða uppá uppgávuna, verður í útbjóðingartilfarinum ásett treytir og krøv til tænastuna. Reiðarin sum fær uppgávuna, fær skip í leigu í eitt longri tíðarskeið, men kann missa rættin til raksturin um krøvini í útbjóðingartilfarinum og avtaluni millum eigara og leigara ikki vera yvirhildin.
Uppgávan hjá Strandfaraskipum Landsins verður at hava eftirlit við, at tann sum fær uppgávuna yvirheldur sínar skyldur sambært leigusáttmálanum.
Tað er eingin loyna, at raksturin av Suðuroyarleiðini hevur givið undirskot og tí er tað nærliggjandi at hugsa, at farleiðin við nýggja Smyrli heldur ikki fer at geva yvirskot. Tí er tað umráðandi, at rakstrarkostnaðurin verður so lágur sum gjørligt. Við at bjóða uppgávuna út, kann kappingin hava við sær, at kostnaðarstøðið lækkar samstundis sum tænastustøðið hækkar.
Við hesum leisti fáa reiðarar og feløg í Føroyum møguleikan at skapa privat virksemi við raksturi av einari ogn. Ognin verður framhaldandi almenn, men raksturin verður privatur og ikki er neyðugt at stovna eitt alment partafelag líkt P/F Vágatunnlinum. Harafturat hevði hetta lætt mikið um umsitingina hjá Strandfaraskipum Landsins.
Hetta gevur eisini møguleika til reiðarar og feløg í Suðuroy, at kappast á jøvnum føti, um raksturin av nýggja Smyrli og harvið fáa fleiri inntøkur til Suðuroynna.
Sjálvandi eru tað nógv viðurskiftir, sum skulu fáast uppá pláss áðrenn hetta kann setast í gildi, men eg vóni at Jógvan við Keldu landsstýrismaður í innlendismálum fer at umhugsa hetta uppskot og fær møguleikan at venda tað við sína umsiting.