Nógvir ferðsluproppar í Havn í gjár

Fólk leggja nú seinastu hond á fyrireikingarnar til jóla – og hjá nógvum verður tað ikki gjørt fyrr enn í síðsti løtu. Og í tí sambandi var eitt sjáldsama stórt tal av bilum í Havnargøtum í gjár. Og tað elvdi fleiri ferðir til ferðsluproppar, har bilar høvrki sluppu aftur ella fram.

 

Løgreglan sigur, at tað var serliga í miðbýnum, rundan um SMS, at ferðslan gekk illa og ein stórur trupulleiki var, at bilførarar ansaðu ov illa eftir, hvar teir settu bilin frá sær. Sostatt stóðu bilar mangan soleiðis fyri, at aðrir bilar ikki sluppu framvið og tessvegna hevði løgreglan heilt fitt av arbeiði at fáa fatur á bilførarum fyri at fáa teir at flyta bilin fyri at fáa ferðsluna at ganga aftur.

 

Annars hevur tað eisini verið heilt nógv fólk í býnum í nátt og somuleiðis hevur løgreglan eisini verið vælmannað í býnum. Nógv fólk vóru drukkin, men sum heild var tað kortini stak friðarligt, tó at løgreglufólk í einstøkum førum máttu sissa onkran, sum hevði hug at øsa seg.

 

Tað hevur eisini verið inngbrot í FK í Hoyvík síðstunátt. Tað varð uppdagað, tá ið arbeiðsfólk kom til arbeiðis í gjáramorgunin. Tað tey vita higartil, eru tjóvarnir farnir avstað við nakað av vekslipengum úr einum kassa.