Í Føroyum leggja fólk í hópatal um frá vanligum bankalánum til realkredittlán fyri at sleppa undan rentuhækkingum
Knappliga trý ár eftir, at føroyingar fyrstu ferð fingu møguleika at fíggja sínar bústaðir við realkredittlánum, eru júst hesi lán vorðin væl umtókt í Føroyum. Tað skrivar Eik Banki á heimasíðu sínari.
Í Føroyum er tað Eik, sum veitir realkredittlán til bústaðir. Seinastu tølini hjá bankanum vísa, at hundraðtals føroyskir bústaðaeigarar nú velja realkreditt fram um vanlig bankalán.
- Seinastu mánaðirnar er eftirspurningurin eftir realkredittlánum nógv øktur. Nýggir kundar spyrja eftir realkredittlánum, og vit síggja eisini, at nógvir av verandi kundunum leggja um frá vanligum bankalánum til realkredittlán, sigur Øssur S. Nolsøe, leiðari fyri deildunum hjá Eik í høvuðsstaðarøkinum.
Høvuðsorsøkin til økta eftirspurningin er, at bústaðaeigarar vilja sleppa undan at verða raktir av møguligum komandi rentuhækkingum.
- Lánirentan millum bankar heldur fram at hækka, tí marknaðurin er so óstøðugur. T.d. hava Danske Bank og Nordea júst hækkað rentuna, sum kundar skulu rinda fyri síni lán. Slíkum sleppa fólk undan, um tey hava realkredittlán, greiðir Øssur S. Nolsøe frá.
Mest vanligu realkredittlánini í Føroyum eru tey sonevndu RTL-lánini. RTL er stytting fyri rentutillaging. Við rentutillagingarlánum ber t.d. til at læsa rentuna í trý ár ella longri. Síðani kann rentan lagast til rentustigið, ið tá er galdandi. Fleiri velja eisini realkredittlán við fastari rentu í eitt longri tíðarskeið.
Realkredittlán hava verið at fingið í Føroyum síðani 2005. Í Danmark verða nógv teir flestu bústaðirnir fíggjaðir við realkredittlánum.