Nógvir føroyingar á Heavy X-mas

Dio og Uriah Heep eru nøvn, sum hava sett sín dám á føroyskan tónleik, ið øllum førum um man skal døma eftir mongdini av føroyskum tónleikarum á konsertini hjá hesum báðum bólkum leygarkvøldið-


Tá Dio, Uriah Heep og Asia framførdu á Heavy X-mas konsertini í leygarkvøldið var tættleikin av føroyingum væl hægri enn á einum vanligum tónleika tiltakið. Har ýddi stutt sagt í føroyingum, og bróðurparturin var føroyskir tónleikarar.
 
Har vóru nógvir útisetar, men eisini fleiri, vóru komin úr Føroyum til konsertina. Serliga Dio var framúrskarandi, og konsertin gjørdist ein nostalgisk ferð gjøgnum Dio klassikarar og løg úr døgunum í Black Sabbath og Rainbow. Persónligu hæddarpunktini fyri meg vóru Black Sabbath løgini Voodoo og Heaven And Hell, Raibow løgini Long Live RocknRoll og Man On The Silver Mountain umframt Dio løgini Rainbow In The Dark og sjálvandi Holy Diver.
Konsertferðin hjá Dio, ið Heavy X-mas er ein partur av, eitur Holy Diver Tour 2005. Hetta hóast 22 ár eru liðin síðan Holy Diver varð útgivin.
 
Asia spældu sín symfoniska rokktónleik, og her var tað serliga einasta veruliga hittið hjá bólkinum Heat Of The Moment, ið skaraði burtur úr.
 
Eisini hjá Uriah Heep vóru tað hittløgini Lady in Black og Easy Livin í fingu stóru smílini fram hjá áskoðarunum. Men tað var eingin ivi um, at Dio var, bæði tann best upplagdi og best umtókti bólkurin hetta kvøldið.
 
Ronnie James Dio hevur megnað at hildið sítt føðiár loyniligt, men hann er føddur í 1940unum. Hann stovnaði sín fyrsta bólk í 1957. So hann er ivaleyst um tey seksti, men hetta hoyrdist ikki á honum. Hann ljóðar sum fyrsta dagin.