Heili 10.500 luttakarar vóru sunnudagin við í árligu marathon-renningini í Keypmannahavn. Hetta er met. Umleið 30 føroyingar vóru við í kappingini í góðveðrinum sunnudagin. Føroyingurin, sum rann bestu tíðina, var Absalon Hansen. Hann eigur føroyska metið á teininum við tíðini 2.27.58, og hóast tað eru 25 ár síðani hetta metið varð sett, so rennur hann enn og er fremstur ímillum føroyingarnar. Hann rann hesaferð við tíðini 3.04.28, meðan Andrias Hansen var næstbesti føroyingurin við tíðini 3.06.11.
Í samlaðu kappingini fingu danir nakað at fegnast um, av tí at Martin Parkhøi vann kappingina hjá monnum við tíðini 2.24.49. Hjá kvinnunum vann Barbara Sanchez úr Írlandi við tíðini 2.41.17.