Eftir at enska fótbóltssambandið í farnu viku sekkjaði venjaran Steve McLaren, ganga nógvar søgur um, hvørjir eru upp á tal at gerast nýggjur landsliðsvenjari. Venjarar sum Jose Mourinho og Martin O’Neill siga seg ikki hava áhuga í starvinum. Onnur nøvn, sum verða nevnd í enskum miðlum, eru Jurgen Klinsmann, Fabio Capello, Bernd Schuster, Alan Shearer og Harry Redknapp (myndin).