Nógvir eru úr Formula deildini

Í vikuni eftir ólavsøku verður NM kapping fyri U-17 landslið í Føroyum. Føroyar skulu luttaka bæði við U-17 og U-19 landsliði.
U-17 landsliðið er í hesi vikuni í Aberdeen og luttekur í kapping.
Í dag hava venjararnir hjá U-19 liðnum, Bill Jacobsen og Heðin Askham, boðað frá, hvørjar spælarar teir vilja hava at luttaka í NM kappingini.
Tólv av teimum átjan spælarunum spæla í Formuladeildini, og fleiri av hinum spæla í 1. deild. Uttan iva størsti trumfurin á føroyska liðnum er Christian R. Mouritsen, sum spælir við Manchester City.
Føroysku spælararnir eru hesir: Rógvi Rygshamar, LÍF, Pætur T. Jørgensen, Ólavur í Ólavsstovu og Niklas Eysturoy, HB, Einar Hansen og Bogi Løkin, NSÍ, Sam Jacobsen, GÍ, Jóhan T. Davidsen og Levi Hanssen, Skála, Kristoffur Jakobsen og Mathias Samuelsen, KÍ, Jón Krosslág og Henning Joensen, VB, Johan Ellingsgaard og John Hansen, B36, Frank Poulsen, ÍF, Rasmus F. Nielsen, B71 og Christian R. Mouritsen Manchester City.
Føroyska U-19 landsliðið er í bólki saman við Noregi, Onglandi og Svøríki. Fyrsti dysturin hjá liðnum verður mánadagin 31. juli klokkan 14.30, tá ið Føroyar á niðara vølli í Gundadali skulu spæla móti Noregi.