Nógvir eru í nýggjum skóm

Bæði hjá B68 og NSÍ er mannfall, men tað nyttar einki at knarra um sovorðið, eru venjararnir samdir um

Í kvøld verður avgjørt á grasvøllinum á Svangaskarði, um tað skal vera B68 fyri aðruferð, ella tað skal vera NSÍ fyri fyrstu ferð, sum skal vera annar parturin í finaluni um løgmanssteypið. Eftir fyrru hálvfinaluna er alt púra opið. Úrslitið í Runavík var 0-0, og tá havt verður í huga, at landskappingardysturin á graslíkinum á Toftum síðsta mikukvøld endaði 1-1 kann ikki sigast, at annað liðið hevur betri kort á hondini.
Hjá NSÍ eru fleiri spælarar tøkir. Leikbannaðir eru Jónstein Petersen, sum hevur fingið trý gul kort í steypakappingini, og Sjúrður Jacobsen, sum varð útvístur í landskappingardystinum sunnudagin móti B36. Teir báðir plaga at manna vinstru síðuna hjá NSÍ. Djóni N. Joensen fór út beinanvegin sunnudagin. Hann er skaddur í lærkrikanum, og teir rokna við, at hann verður burturfrá í einar tríggjar vikur. NSÍ hevur breiðan hóp, og avloysararnir hava spælt á besta liðnum ? Brynjolvur Nielsen, Ian Højgaard, Ken Nónklett, Eddie Mikkelsen og Mortan Hansen.
? Tað er sjálvandi ein smeitur, at báðir í vinstru síðu, sum hava verið væl upplagdir, eru burtur, men tað nyttar einki at knarra um tað, heldur Jógvan Martin Olsen, NSÍ venjarin. Hann og spælararnir vóru týskvøldið á grasinum á Svangaskarði og vandu. Nógvir vóru í nýggjum skóm, tí teir hava ikki spælt á grasi áður, og tað heldur NSÍ venjarin kann vera hansara monnum til ampa.
? Um vøllurin verður so turrur, sum hann var týskvøldið, so verður tað ikki so stórur trupulleiki. Tað verður verri, um tað verður vátt, heldur Jógvan Martin Olsen.

Eiga at njóta tað
Frank Skytte, venjari hjá B68, hevur nógv at hugsa um í hesum døgum. Liðið hjá honum spælir tvær ferðir um vikuna, men hann knarrar ikki.
? Spælararnir hava vant síðan síðst í januar fyri at spæla dystir, og nú er møguleikin har. B68 verður umrøtt í bløðunum fýra ferðir um vikuna, so tað er ikki annað at gera enn at njóta tað, heldur Frank Skytte.
Anders Nygaard er framvegis skaddur, og Marcello Marcelino er framvegis sera ivasamur. Kanska verður hann á beinkinum. Tað nýggja hjá B68 er, at Hans Fróði Hansen hevur trupulleikar við lærinum. Hann hevur ikki vant í hesi vikuni, men á Toftum vóna teir, at hann verður tøkur í kvøld.
? Hans Fróði er sera væl fyri og ein rættiligur stríðsmaður. Men verður hann ikki førur fyri at spæla, so mugu vit fáa ein nýggjan mann í hansara stað, staðfestir B68 venjarin, sum roknar við, at talan verður um sera tættan og javnan dyst í kvøld.
? Tað verður dagsformurin, sum fer at gera av, um tað verður NSÍ ella B68, sum skal spæla í finaluni á ólavsøku.