Nógvir dystir hjá kvinnunum

Ikki færri enn fýra dystir eru á skránni í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti um vikuskiftið.

Bæði Dráttur og TB skulu í eldin tvær ferðir um vikuskiftið. Leygardagin skulu tvørakvinnur norður um Suðuroyarfjørð, tá ið tær skulu dystast við KÍF í Hoyvíkshøllini. Um ikki TB fær fulla úrttøku burtur úr hesum dystinum, hevði tað verið ein sensatión.

Toppur og botnur
Hin dysturin , sum er á skránni leygardagin, verður leiktur á Giljanesi, har heimaliðið Dráttur fær vitjan av ÍF. Liðini liggja bæði tvey í miðjuni av kappingini, men Dráttur verður helst mett at verða eina tonn sterkari enn ÍF.
Sunnudagin verður eisini ein dystur í Vágum, og tá er tað toppur og botnur, ið hittast í Sørvági. Botnliðið SÍ hevur enn einki stig, meðan Mjølnir, sum kemur á vitjan, er oddalið við 13 stigum.
Dysturin millum kvinnurnar hjá SÍ og Mjølnir fer tí neyvan at verða eins spennandi, sum mansdysturin millum somu feløg, ið verður leiktur beint aftaná. Hinvegin so beit SÍ veruliga frá sær, tá ið TB vitjaði í Sørvági herfyri, og neyðugt var við fimm settum, áðrenn TB fekk stigini við sær.
Seinasti dysturin hjá kvinnunum um vikuskiftið er í Trongisvági, har TB fær vitjan av Drátti. Talan verður kanska um ein spennandi dyst, tí Dráttur kann veruliga bíta frá sær, um tær hava ein góðan dag, men TB má metast sum favorittar.