Allar veljarakanningarnar í Danmark tær seinastu vikurnar hava víst, at andstøðuflokkarnir fara at vinna valið í dag, og at Helle Thorning-Schmidt verður tann fyrsta danska kvinnan, sum sleppur at standa á odda fyri einari stjórn.
Eftir teimum seinastu kanningunum verður tingmannabýrið millum teir reyðu og teir bláu flokkarnar umleið 91 - 86. Men kanningarnar hava eisini víst, at umleið 15 prosent av veljarunum hava ikki gjørt av, hvar tey fara at seta krossin, tá tey eina ferð koma í valhølið. Tað er sambært eygleiðarum nóg mikið til at flyta millum 10 og 12 tinglimir millum flokkar og millum reytt-blátt, og tí er valið ikki avgjørt enn.
-Tann fyrsta partin av valstríðnum vóru tað serliga nógv blá, sum vóru í iva, men nú eru tað líka nógv av báðum pørtum, sum ivast, sigur valgranskarin Sigge Winther Nielsen við TV2.