Nógvir danir líða av strongd

Donsku kommunurnar ávara nú um, at ov stór ferð er á gerandisdegnum hjá dønum. Tað gevur alt fleiri og fleiri sjúkradagar

Danir hava fulla ferð á gerandisdegnum, sama um talan er um arbeiðið ella frítíðina, og sambært kommunufelagnum er úrslitið, at alt fleiri og fleiri líða av strongd og tískil noyðast at sita heima javnan.
- Tann stóra ferðin ger fólk sjúk. Vit arbeiða nógv og skjótt, og tá hetta eisini er galdandi í frítíðini, er úrslitið fleiri sjúkradagar, sum standast av strongd ella sjúkum, sum standast av sálarligum trupulleikum, sigur formaðurin almannanevndini hjá danska kommunufelagnum, Vagn Ry Nielsen.
Hetta hevur fingið fleiri av teimum donsku kommununum at økja játtanina til sjúkradagpengar heili 10 prosent á fíggjarætlanini fyri 2003.
Leiðandi yvirlæknin á strongdardeildini á sjúkrahúsinum í Hillerød, Bo Netterstrøm, sigur, at hann er ikki í iva um, at danir fara at hava fleiri sjúkradagar í framtíðini orsakað av strongd í gerandisdegnum.
Onnur vísa samstundis á, at flestu danir trívast væl í arbeiðinum og taka gleðiliga fleiri og fleiri uppgávur á seg uttan at geva sær far um, hvørjar avleiðingar tað kann fáa.