Nógvir bretar vilja úr ES

Flestu bretar halda, at veljararnir skulu sleppa at taka støðu til, um landið skal halda fram sum limur í ES. Í einari meiningakanning hjá blaðnum The Guardian siga 70 prosent av teimum spurdu, at tey eru fyri at halda fólkaatkvøðu um ES-limaskapin.

Eitt annað og ikki minni áhugavert í kanningini er, at 49 prosent at teimum spurdu siga, at tey taka undir við, at Bretland tekur seg burtur úr ES. 40 prosent vilja varðveita limaskapin.

The Guardian hevur gjørt kanningina, nú bretsku politikararnir viðgera eitt uppskot hjá konservativum tingmonnum, sum skjóta upp at halda fólkaatkvøðu í 2013 um ES-limaskapin.