Tað var Róðrarfelagið Knørrur, sum skipaði fyri tiltakinum í samstarvi við bilasølurnar, ið stóðu fyri sjálvari framsýningini og søluni av bilunum.
Í sambandi við bilamarknaðin varð eitt stórt tjald sett upp, har fólk kundu koma inn at hugna sær og práta saman yvir ein kaffimunn.
Ein av fyrireikarunum, Jannie Dam Jacobsen frá Róðrarfelagnum Knørri, sigur, at fólk tóku væl undir við tiltakinum, og nógvir bilar vórðu seldir. Hon vónar at hetta verður eitt afturvendandi tiltak. Umboð fyri tær ymisku bilasølurnar lótu eisini væl at tiltakinum.










