Nógvir batar í nýggja tímabýtislykilinum

- Nýggja tímabýtið er nógv rættvísari enn tað, sum er galdandi. Tað javnsetur næmingar í 1.-7. flokki, leggur upp fyri flokkatali skúlans, umframt at eitt nøktandi tímatal verður veitt 8.-10. flokki, sigur Óli Holm, landsstýrismaðurin í mentamálum, sum vísir aftur, at økt næmingatal í flokkunum skal fíggja nýggja tímabýtislykilin

FÓLKASKÚLIN

- Í fólkaskúlalógini stendur, at næmingatalið vanliga ikki eigur at fara upp um 24 næmingar. Lógin er ikki broytt, og ein broyttur tímabýtislykil kann ongantíð broyta eina skúlalóg. Í grundini hevur nýggi tímabýtislykilin einki við næmingatalið 24 at gera. Tað er púra misskilt. Nýggja tímabýtið er nógv rættvísari enn tað, sum er galdandi. Tað javnsetur næmingar í 1.-7. flokki, leggur upp fyri flokkatali skúlans, umframt at eitt nøktandi tímatal verður veitt 8.-10. flokki. Harafturat verður eisini lagt upp fyri p-fakskipan í handaverk og list, miðfirraðari serundirvísing og bókasavnstímum, sigur Óli Holm.
Frá komandi skúlaári fáa skúlarnir kring landið, sum hava fleiri enn 70 næmingar, ein nýggjan tímabýtislykil at arbeiða út frá. Hetta hevur verið eitt ynski frá skúlum og lærarum í nógv ár. Sum er verður tímabýtið roknað eftir næmingum, meðan tann nýggi tekur atlit til flokkar. At næmingatal í førum kann sambært nýggja býtinum fara upp um 24 næmingar til 25 ella 26, hevur loypt øði í Føroya Lærarafelag og skúlaleiðarar. Hesi fara so langt sum at kalla hesa mannagongdina fyri manipulasjón.
Spurdur um vandi ikki er fyri, at tað verður siðvenja, at næmingatalið fer upp um 24, sigur landsstýrismaðurin.
- Tímabýtislykilin hevur einki við hatta at gera. Hann snýr seg um at tilluta nakrar tímar eyka. Skúlaleiðslurnar gera av, annaðhvørt flokkarnir hava 24 ella 25 næmingar. Í løtuni eru 19 flokkar í landinum, sum hava hægri næmingatal enn 24, eftir nýggja tímabýtinum verða flokkarnir 20 í tali, sum hava hægri næmingatal enn 24. Nýggja tímabýtið leggur upp til, at um tað í einstøkum føri ber til at fara upp um 24 næmingar í flokkum, fær flokkurin nakrar eyka tímar. Tímar verða ikki latnir til nýggjan flokk, fyrr enn næmingatalið fer upp um 26, sigur Óli Holm.
Landsstýrismaðurin vísir aftur, at økt næmingatal í flokkunum skal fíggja nýggja tímabýtislykilin.
- Als ikki. Sum eg havi skilt tað, er Føroya Lærarafelag samt við Mentamálastýrinum í nýggja tímabýtinum, burtursæð frá tí, at tey halda fast við, at tað ongantíð skulu vera fleiri enn 24 í hvørjum flokki.
Í trivnaðarkanningini hjá Føroya Lærarafelag kemur fram, at nógvir lærarar meta, at tað er trupult at hava eina næmingalagaða undirvísing í skúlanum. Spurdur um Mentamálastýrið ikki átti at miða eftir lægri næmingatali í flokkunum ístaðin, soleiðis at lærarin betur kann taka støði í hvørjum næmingi, sigur Óli Holm.
- Tað er altíð ynskiligt at hava færri næmingar í flokkinum. Spurningurin er, hvat tað rætta talið er. Eg eri ikki so vísur í, at tað ikki ber til at hava eina nøktaða undirvísing í flokkum við 20-24 næmingum. Men tað er rætt, at tað er trupult at taka atlit til allar næmingar, tá ið 24 næmingar eru í flokkinum.
Fólkaskúladeildin viðger í løtuni viðmerkingarnar, sum eru komnar frá skúlaleiðslum kring landið. Viðmerkingar eru serliga til tað óhepna í, at 8. og 9. flokkur bert fáa 34 tímar. Landsstýrismaðurin roknar við, at tað fer at bera til at fáa tímatalið til hesar flokkar nakað upp.
Skúlar við lægri næmingatali enn 70, eru ikki umfataðir av nýggja tímabýtislykilinum. Teir fáa eisini fleiri tímar at ráða yvir frá komandi skúlaári at rokna. Landsstýrismaðurin ætlar, at skúlarnir fáa nýggja tímabýtislykilin beint eftir páskir.

MYND: ÓLI HOLM
Landsstýrismaðurin vísir aftur, at økt næmingatal í flokkunum skal fíggja nýggja tímabýtislykilin