Arbeiðsloysið í Føroyum er lágt. Nýggj uppgerð frá Hagstovu Føroya vísir, at í september var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysi 2,4 prosent, og í ár hevur arbeiðsloysið sveiggjað ímillum 2,2 og 2,6 prosent.
Ein bólkur av fólki er tó munandi harðari raktur av arbeiðsloysi enn miðaltalið, og tað eru kvinnur, sum eru í aldrinum frá 25 til 34 ár. Arbeiðsloysið millum hesar ungu kvinnur er 4,5 prosent. Ein lutfalsliga stórur partur av hesum eru skrásett sum arbeiðsleys eftir forsorgarlógini.
Minst arbeiðsloysi er millum tey ungu millum 16 og 24 ár. Har er arbeiðsloysið bert 1,5 prosent.