Nógvar útskiftingar

Tá ið Føroyar 2. september í fjør taptu 6-0 í Glasgow var tað annar tennissekkurin innan tvær vikur. 16. august hevði Georgia vunnið 6-0 á Svangaskarði.

Seks spælarar, sum eru við til at manna landsliðið hesa ferð, vóru ikki í 18 manna hópinum í Glasgow 2. september í fjør. Tá var føroyska liðið soleiðis mannað: Jákup Mikkelsen – Jákup á Borg, Atli Danielsen, Óli Johannesen, Janus M. Joensen – Julian Johnsson (Símun Samuelsen, 76.), Fróði Benjaminsen, Pauli G. Hansen, Rógvi Jacobsen (Kári Nielsen, 84.), Jónhard Frederiksberg (Hanus Thorleifson, 60.) – Christian Høgni Jacobsen

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn vóru Meinhardt Joensen, Claus Bech Jørgensen, Hans Pauli Samuelsen og Vagnur Mohr Mortensen.

Tað er ikki altíð einstøku spælararnar, sum tað snýr seg um. Tað ræður um at finna røttu samansetingarnar og røttu javnvágina ímóti einstaka mótstøðuliðnum. Leygarkvøldið vísti, at ímóti Italia var talan um topptrimmað føroyskt lið.

Nú er spurningurin, hvussu tað verður ímóti Skotlandi. Eftir glæsiliga avrikið ímóti Italia eru fyritreytirnar á so mangan hátt øðrvísi, enn tær vóru í september í Glasgow, tá ið liðið var illa sølað eftir stórtap á heimavølli ímóti Georgia.