Nógvar stjørnur men einki mál

Champions League: Hóast nógvar stjørnur vóru á vøllinum kom einki mál

Tvær 1/8-finalur vóru í Champions League í gjár. Liverpool tók á Anfield móti Bayern Munchen, meðan Lyon fekk vitjan av FC Barcelona. Báðir dystirnir endaðu við málleysum javnleiki.

 

So hóast spælarar sum Lionel Messi, Mohamed Salah, Robert Lewandowski og Memphis Depay vóru á vøllinum, so megnaði ongin at skjóta nakað mál.

 

Á Anfield var kreppa í verjuni undan dystinum. Virgil van Dijk var leikbannaður, meðan Joe Gomez og Dejan Lovren eru skaddir. Tí spældu Joel Matip og Fabinho í miðverjuni. Fyri uttan onkran einkulta støðu, so kann Jurgen Klopp vera nøgdur við sínar spælarar.

 

Champions League 1/8:

Liverpool – Bayern Munchen 0-0

Lyon – FC Barcelona 0-0