Nógvar stakar kvinnur

Keypmannahavn hevur ongantíð havt so nógvar stakar kvinnur sum nú, vísa tey nýggjastu tølini.

Hagtølini hjá donsku hagstovuni vísa, at í løtuni eru 22.844 stakar kvinnur í Keypmannahavn, og tað er tvær ferðir so nógv sum fyri tíggju árum síðani. Heilt neyvt er vøksturin 93,3 prosent. Hjá monnunum er gongdin tann sama, sjálvt um vøksturin ikki er so stórur har. Í dag eru 36.028 stakir menn í danska høvuðsstaðnum, og tað er umleið 40 prosent fleiri enn í 1995, sigur hagstovan.

Granskarin Birthe Linddal-Hansen sigur við Politiken, at kvinnur hava munandi betri fíggjarligar umstøður at klára seg einsamallar í dag enn fyri tíggju árum síðani. Harafturat velja nógvar kvinnur at bíða við at fáa sær børn, sigur hon. Birthe Linddal-Hansen leggur afturat, at tað er serliga í Keypmannahavn, at talið á støkkum kvinnum er vaksið nógv. Í hinum stóru býunum er gongdin als ikki so týðilig.