Løgtingsval
Valdagurin er ein langur dagur í valhølunum hjá teimum, sum skulu syrgja fyri, at alt gongur regluliga fyri seg. Á nógvum valstøðum møttu valnevndarumboðini upp longu klokkan 08, tí brævatkvøðurnar skuldu kekkast og fáast upp á pláss. Klokkan 10 lótu valhølini upp, og nógvastaðni hevur ikki verið liðugt at telja upp fyrr enn ein til tveir tímar eftir, at valhølini lótu aftur klokkan 20. Soleiðis er hetta ein langur dagur. Men hetta er samstundis eisini ein hugnaligur dagur, har valnevndarumboð hitta nógv fólk, sum leita sær á valstaðið. Ein trupulleiki á summum valstøðum var, at sprekkan í atkvøðukassanum var ov stutt – og soleiðis eisini ov trong - til teir breiðu valseðlarnar, nú hvør flokkur stóð í tveimum røðum niðureftir. Sosialurin hevur frætt, at á summum valstøðum var neyðugt at fara eftir sagini og saga sprekkuna niður í valkassan breiðari. Hetta var nakað, sum valnevndarumboð í summum førum ikki høvdu hugsað um, og tí varð ikki funnið út av hesum, fyrr enn fyrstu veljararnir vóru komnir inn á gólvið. Sum skilst, tarnaði hetta kortini ikki tað stóra.










