Nógvar milliónir skulu leggjast á borðið

FSF er ikki sinnað at veita annan stuðul til fótbóltshøll enn tær tólv milliónirnar í UEFA pengum, men tað verður roknað við, at tað skal bera til at byggja fyri minni enn tær hálvt hundrað milliónirnar, sum stóra ætlanin verður mett at skula kosta

FÓTBÓLTSHØLL

Tað er eitt brennandi ynski hjá føroyskum fótbólti, at ein høll verður bygd, sum fer at bera møguleikar við sær fyri at venja og spæla fótbóltsdystir allar tólv mánaðirnar. Tað verður mett, at ein sovorðin høll er ein av høvuðsfyritreytunum fyri, at føroyskur fótbóltur skal mennast og lyfta seg í altjóða høpi.
Leygardagin góvu fótbóltsfeløgini til kennar, at tey eru fyri, at kappingarárið verður longt nakrar vikur, og at landskappingin verður 50 prosent størri, enn hon hevur verið síðani 1988. Hetta eru stig á røttu leiðini, um málið er, at føroyskur fótbóltur skal lyfta seg í altjóða høpi. Men fótbóltshøllin og harvið betraðar vánir fyri fótbólti alt árið er neyðug, um føroyskur fótbóltur skal styrkjast nógv.
Breið semja er um hetta. Spurningurin er so, hvør skal byggja fótbóltshøllina, hvar hon skal byggjast, hvør skal eiga hana, hvør skal reka hana og ikki minst, hvør skal rinda íløguna, og hvør skal hava ábyrgdina av rakstrinum.
Nú er nakað síðani, at FSF gav til kennar, at UEFA hevur sett pengar av til at byggja eina sovorna høll í Føroyum fyri. Onkur feløg og einstaklingar og kanska eisini kommunur hava vent og snarað møguleikanum, um tað kann bera til, og hvussu tað skal bera til at bjóða seg fram. Men enn er einki ítøkiligt komið í ljósmála uttan tað, at Sosialurin fyri nøkrum mánaðum síðani vísti strikumyndir av venjingarhøll, sum tað segðist, at tað var áhugi fyri at byggja í Skálafirði. Eisini hava røddir verið frammi um høll í Sundalagnum, og so hava møguleikarnir verið nevndir at leggja tak á Tórsvøll og Svangaskarð.
Á fundinum leygardagin varð spurningurir havdur á lofti. Tær tólv milliónirnar eru framvegis tøkar, og FSF hevur sett ein freist til áhugað at bjóða seg fram. Freisin er 15. apríl næsta ár. Tá roknar FSF við, at áhugað hava sent Fótbóltssambandinum verkætlan, sum fevnir um grundøki, bygning, eigaraviðurskifti, fígging av íløgu og rakstrarætlan.

Leikluturin hjá FSF
Í Fótbóltssambandinum arbeiðir eina bólkur ella nevnd við hesum málinum. Rúni Heinesen er formaur, og umframt hann eru í bólkinum Bjarki Mohr, Jens Erik Magnussen, Karl Vidtfeldt og Ísak Mikladal.
- Tað er ikki ætlanin, at FSF skal eiga høllina, og tað er ikki ætlanin, at FSF skal vera bundið at høllini á annan hátt, enn at FSF fer at leiga tímar til landsliðini. Fótbóltssambandið hevur ikki fíggjarligan førleika at binda seg til so stóra íløgu, staðfestir Rúni Heinesen, og hann heldur fram:
- FSF vil fegið hjálpa til so mikið, sum tað ber til. Um vit rokna út frá virðinum á sveisiska gjaldoyranum í dag, so er stuðulin frá UEFA 12,2 milliónir krónur. Okkara metingar siga, at um høllin skal vera av tí slagnum, sum tann størsta í Íslandi er, so fer hon at kosta hálvt hundrað milliónir krónur.
Hvar skulu tit hjálpa til, tá ið tit ikki leggja íløgupengar á borðið?
- Vit fara í næstu viku at senda kunningarfaldara til áhugað, har greitt verður frá, hvørji eitt nú teknisku, fíggjarliga og eigaraligu krøvini eru. Síðani eru vit klárir at vegleiða og hjálpa møguligum áhugaðum so nógv, sum tað ber okkum til. Møgulig uppskot um ætlan fara vit so at meta um, og so verður tað upp til FSF at gera av, hvat uppskot verður tað mest áhugaverda. Mest áhugaverda uppskotið verður tað, sum fer at tæna føroyskum fótbólti sum heild best.

Møguligir íleggjarar
Í grannalondunum eru fleiri fótbóltshallir komnar seinastu árini. Í Íslandi eru fýra hallir. Tann í Reykjavík er væl størri og harvið dýrari enn hinar. Í Reykjavík er hæddin á miðjuni 22 metrar og úti við er hæddin fimm metrar. Í Kópavági, Akranesi og Akureyri hava hallirnir onnur mát. UEFA hevur ikki sett nøkur krøv til minstu mát, men tað er greitt, at størri og hægri ein høll er, betri verða møguleikarnir at spæla altjóða dystir í henni.
Rúni Heinesen vísir á, at tá ið tað verður tosað um hallarprís upp á hálvt hundrað milliónir, so verður roknað við høll at tí slagnum, sum tann í Reykjavík er av.
- Tað ber eisini til at byggja væl bíligari hallir, sum kunnu tæna endamálinum, ið er, at tað skal bera til at spæla fótbólt alt árið. Tað er sjálvandi neyðugt við ljósi og ávísari bjálving, men tað er ikki neyðugt at gera høllina av sovornum slagi, at talan so at siga verður um eyka stóra ítróttarhøll. Royndirnar siga, at tað ber til at fáa kostnaðin niður á einar 20-30 milliónir, og tá verður beinanvegin talan um heilt annað fíggjarligt tak, enn tað verður, um talan verður um høll fyri hálvt hundrað milliónir.
Hvør ímyndar tú tær skal fara undir sovorðið tak, tá ið FSF við UEFA sum stuðli ikki hættar sær undir tað?
- Mest upplagt hevði tað verið, at landið og kommunurnar spældu við. Men tað er eisini ein møguleiki, at talan verður um íløgufelag, sum setur pengar í sovorna høll fyri at forrenta eginpeningin fyri partaeigararnar. Umframt til fótbólt og annan ítrótt kundi tað hugsast, at ein sovorðin høll varð brúkt til messur og stevnur av sovornum slagi, sum tað higartil hevur verið viðbrekið at skipa fyri í Føroyum, tí møguleikarnir at hava alt undir taki ikki hava verið nóg góðir. Men nú fáa vit at síggja. Talan er um eitt tilboð um fíggjarligan stuðul frá UEFA, sum er galdandi fram til 2008. Tá fellur hetta burtur, men tað merkir ikki, at UEFA ikki eisini eftir ta tíð fer at vera við í slíkum ætlanum. Talan er um stóra og spennandi og kollveltandi ætlan fyri føroyskan fótbólt. Nú fáa vit at síggja, hvørjir møguleikarnir fara at verða, sigur Rúni Heinesen.