Talið á lomviga er minkað síðani seinast í 1950-árunum. Tað var lægst í 1990, og so var ein framgongd til 2000. Síðani er talið aftur minkað, til tað í ár gjørdi eitt stórt lop uppeftir; úr 3000 til 5000 fuglar, og er hetta stórsti vøkstur, síðani Fiskirannsóknarstovan byrjaði lomvigateljingarnar í 1972.
Nógvur hvítingsbróðir til lomvigan
Orsøkin til, at so nógvur lomvigi hevur verið, er helst, at nógvur hvítingsbróðir í passaligari stødd hevur verið at fingið. Lomvigin ber ein fisk í senn til pisuna, men bert sterturin og sporlið stinga fram úr nevinum, so tað er ringt at siga, hvat slag av fiski teir bera. Við góðum kikara ber tó til at siga, um tað er nebbasild ella ikki, tí hon er klænri enn annar fiskur og stingur longur fram, men í ár havi eg onga nebbasild sæð. Fiskurin, teir komu við, var stórur murtur sum líktist hvítingsbróðuri. Hetta samsvarar væl við yngulkanningarnar hjá Fiskirannsóknarstovuni, sum vístu, at sera nógvur hvítingsbróðir var komin undan í ár. Sera nógv var eisini til av nebbasildayngli, men nebbasildin, sum lomvigin ber til pisuna, er eitt ára gomul og eldri, so tað verður ikki fyrr enn næsta ár, at lomvigin fær gleði av hesum árganginum av nebbasild, um hann kemur undan.
Steggin fylgir lomvigapisuni út á hav
Seinasta summar rýmdi lomvigin úr bjørgunum tíðliga í juli, og ongar pisur komu undan, men í summar eru nógvar pisur komnar undan. Lomvigapisurnar leypa av rókini, longu tá tær eru um tríggjar vikur gamlar og duga tá ikki at flúgva, men koma kortini eitt sindur út frá landi, áðrenn tær raka sjógvin. Steggin fylgir so pisuni út á hav og hjálpir henni ta fyrstu tíðina. Lomvigapisurnar flyta mest um kvøldið. Í Skúgvi fara tær serliga á nýkomnum eystfalli og fara so við streyminum eystur í hav sunnan fyri Sandoynna. Hvat síðani hendir, vita vit lítið um, men ringmerkingar vísa, at ein partur fer til Noregs og í Norðsjógvin. Hetta er tað torførasta árið hjá lomviganum, og nógv doyr burturav. Teir, sum yvirliva, koma aftur í bjørgini, tá teir eru tvey og trý ára gamlir og gerast kynsbúnir, tá teir eru fýra til fimm ára gamlir.
Ongin føði til ritupisurnar
Ongin ritupisa er floygd úr Høvdanum seinastu fimm árini, og hetta er nógv tað ringasta tíðarskeiðið hjá rituni, sum eg veit um.
Tað vóru rættiliga nógvar ritur í vár, og tað sá út til at gerast eitt gott ár, men bert o.u. helvtin av pørunum bygdu sær reiður. Longu tá pisurnar skuldu koma út, sást at ólag var á, og bert fáar pisur vóru at síggja, og seinast í juli vóru allar deyðar.
Ritan gevur ungunum fisk, krill og annað smátt djóraæti, sum hon ber heim í kjósini. Hon fær tó ikki kavað, so hon fær bert fatur á tí føðini, sum er uppi undir vatnskorpuni, og har man hava verið alt ov lítið. Tá nógv er til, síggjast fuglavað javnan á sundum og firðum, men tey hava verið sjáldsom seinastu árini. Nebbasild er vanlig føði hjá rituni, og hóast yngulkanningarnar vístu, at óvanliga nógv nebbasild var til í summar, so hevur nebbasildin helst ikki verið nóg ovarlaga til, at riturnar hava fingið fatur á henni.









