Tá Joen Magnus Rasmussen úr Fólkaflokkinum fríggjadagin tók orðið í tinginum og kunngjørdi, at hann ikki verður millum valevnini til løgtingsvalið 31. august gjørdist hann tann sjeyndi politikarin, ið hevur havt sína dagliga gongd í løgtinginum seinastu árini, ið ikki stillar upp aftur.
Frammanundan hava Kári P. Højgaard, Sjálvstýri, Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka, Magni Laksáfoss, uttanflokka, Helena Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin, Edmund Joensen, Sambandsflokkurin, og Bjørn Kalsø, Sambandsflokkurin, boða frá, at tey ikki stilla upp.
Tað merkir at føroyski veljarin skal venja seg við nakrar nýggja persónar í føroyskum politikki. Og hjá teimum valevnum, ið ynskja at fylgja í fótasporinum hjá teimum skjótt fyrrverandi tingfólkunum, eru ivaleyst av atkvøðum at dyrgja eftir.
Tilsamans fingu hesi valevnini nevniliga 3.351 atkvøður á seinasta løgtingsvalið. Og tá samlaða atkvøðutalið til seinasta val var 32.374, merkir tað, at 10,35 prosent av teimum, ið greiddu atkvøðu seinast, skulu seta kross við eitt annað valevni 31. august.

Nógvar leysar atkvøður

